Loading Events
Nær
31. januar 2026 kl. 22 - 23:59
Hvar
Viðarlundin í Havn
Prísur
DKK 90

Silent Disco í Viðarlundini

Lat teg í oyratelefonir, vel tónleik, og lat teg draga inn í eina gandakenda náttúruuppliving, har tú dansar millum trøini, skuggar og yvirnatúrligar verur.
Her bjóða vit ljósari tíðum vælkomnar, meðan tónleikurin livir í tínum oyrum – uttan at órógva náttúruna, nábúgvar, fuglar, huldufólk ella onnur, sum liva í myrkrinum.
Huldulitt Silent Disco snýr seg um at flyta dansigólvið úr býnum og út í náttúruna: eitt stillisligt, men kraftmikið upplivilsi, har náttúra og tónleikur ganga hond í hond. Hetta er ein heilt serstøk løta, og ongantíð áður hevur eitt slíkt tiltak verið skipað í Viðarlundini.
Til ber at keypa sær okkutt til matna og fáa sær okkurt leskandi í gartnarahúsinum.