Siri Hustvedt – Dance Around the Self
Úr New York heiminum, sum norsk-amerikanska Siri Hustvedt (f.1955) hevði saman við manninum, Paul Auster (1947-2024), greiðir hon frá um lívsleiðina og rithøvundavirksemið í hesum sjáldsama væleydnaða biograffilmi, ið snarar um at velja eitt lív við list og bókmentum.
Unga, forvitna og miðvísa Siri Hustvedt (f.1955) fer úr heimstaðnum í Minnesota, har fyrsta eyðkennið er tøgn og stilli so langt eygað sær, og kastar seg út í pulserandi stórbýarlívið í New York býi. Í leitanini eftir høvuðspersóninum í fyrstu skaldsøguni leggur hon til brots á eina ferð, ið skapar eina av mest hugtakandi røddum í nútíðar amerikanskum skaldskapi.
Sabine Lidl hevur fyrr gjørt filmin “What if” (2018) um Paul Auster. Nýggja úrslitið er ein bæði erligur og sansaligur filmur um at velja eitt lív við bókmentum sum lívsleið. Ta avgerðina tók Siri Hustvedt á ungum árum, og tá hon møtti Paul Auster í New York gjørdist hetta avgerandi fyri bæði.
Við ríka og livandi mentanarlívinum í býnum sum baksýni verða vit boðin heilt inn í serstaka hugsanarháttin og lívið hjá Hustvedt. Somuleiðis fáa vit innlit í eitt virkið skaldskaparlív, ið er óloysiliga samantvinnað við lívsins stóru evni: kærleiki og missur, samvera og skilnaður.
Sabine Lidl Týskland og Sveis 110 min 2026.
