Loading Events
Nær
24. februar 2026 kl. 18 - 21
Hvar
LUUX

Skeivur

Hvussu kennist tað at vera skeivur? At vera øðrvísi og ikki tað, ið fólk vænta? Aldrin at passa inn? At missa fótafestið í náttarlívinum, í kenslunum, í einum sjálvum – og kanska at finna seg sjálvan mitt í ruðuleikanum og óvissuni? Við leikinum Skeivur fær áskoðarin ein ógloymandi býtúr í Luux, og sleppur at uppliva dukandi náttarlívið og kaga beint inn í føroyska ungdómslívið anno 2026 – uttan filtur.

Skeivur er ein modernað svørt komedia um ung í náttarlívinum, fjaldar kenslur, rúsan, kynslív, intensar upplivingar og um Mark, ið roynir at stýra síni vreiði. Leikurin er bæði ræðandi og rørandi, speiskur og rakar beint inn í tað, ið nógv ung stríðast við: spenning, ótryggleika og krøv frá einum heimi, har alt kann broytast upp á eina nátt.

Skeivur er partur av eini nýggjari verkætlan hjá Tjóðpalli Føroya, har evnaríkir ungir leikarar sleppa á pall saman við royndum og útbúnum leikarum. Leikurin er úrslit av eini serligari skapandi tilgongd, kallað devising, har leikararnir sjálvir eru við til at mynda søguna. Tað merkir, at evnini, støðurnar og kenslurnar í leikinum spretta beinleiðis úr lívinum, upplivingunum og veruleikanum hjá teimum ungu sjálvum.

LEIKURIN VERÐUR SPÆLDUR Í LUUX, Tinghúsvegur 6

Leikurin er viðmældur vaksnum og ungum yvir 15 ár

Gjørt verður vart við, at ljósið undir sýningini blinkar í løtum. Hetta kann ávirka fólk við ljósviðkvæmi.