Skiftisár hjá kvinnum og arbeiðslív.
Seinnapartsskeið, har viðkomandi íblástur og holl kunning um skiftisár eru dagsskráin – hesaferð við denti á arbeiðsmarknaðin.
Skeiðið er serliga ætlað kvinnum sum eru í ella nærkast skiftisárum, umframt leiðarum, HR-starvsfólkum og álitisfólkum.
Øll fara vit gjøgnum fleiri skifti alt lívið. Skifisárini er eitt teirra, og tey kunnu ávirka kvinnuna í størri og minni mun, eisini í mun til arbeiðslívið. Á skeiðnum verður greitt, hvat skiftisár eru, hvussu tey ávirka, og hvørji ráð eru til at taka, um skiftisárini eru avbjóðandi.
Viðkoma skiftisárini arbeiðsgevaranum?
Langt frá altíð, men verður kvinnan stórliga ávirkað av fylgjunum av skiftisárum, kann geva góða meining hjá arbeiðsgevaranum at hava dagførda vitan um skiftisár, so hann kennir seg ílatnan og trygga/n at tosa um hesa lívsfasuna. Arbeiðsgevarin og kvinnan fáa eisini hollan íblástur í so máta á skeiðinum.
Fyrilestrarhaldararnir eru allar serfrøðingar hvør á sínum øki og fúsar at lata luttakarunum hópin av viðkomandi íblástri.
GG.: Umframt at høvi verður at seta spurningar á skeiðnum, ber eisini til at senda okkum spurningarnar frammanundan, so vit fáa fyrireikað svarini væl. Ver vælkomin!
Skeiðið er ætlað:
Tær, sum fegin vil vita meir um skiftisár
Leiðarum
HR-starvsfólkum
Álitisfólkum/starvsfólk í yrkisfeløgum
Fyrilestrarhaldarar:
Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum
Marianna Vang Simonsen, ergo -og zoneterapeutur
Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari
Nær: Mikudagin 27. august kl. 12.30 -15.30, við kaffisteðgi
Hvar: Smæran, J. H. Shrøtersgøta 7 í Havn
Kostnaður: 495 krónur, tilmeldingin er bindandi. Um tú fært forfall, ert tú vælkomin at senda senda eina aðra/ein annan fyri teg.
Keyp atgongumerki á: https://javnvag.fo/product/skiftisarini-hja-kvinnum-og-arbeidsliv-i-smaeruni-27-aug-kl-12-30-15-30/
Eru spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Bergtóru á Bergtorajoensen@gmail.com ella Marionnu á javnvag@javnvag.fo