

SkíggjaSunn familja – ókeypis fyrilestur
Men nú eru vit øll so smátt farin at ásanna, at tað, sum skuldi savna okkum, hevur skilt okkum sundur. Nú ganga vit dag og dagliga við ringari samvitsku, tí at vit forsøma familjuna, vit forsøma børnini, ja, vit forsøma okkum sjálv.
Spurningarnir, sum standa eftir, eru: Hvat gera vit? Hvussu sleppa vit burtur úr hesum?
Spennandi og læruríkur fyrilestur verður um hetta evnið á Glasi 17. november.
Danski Imran Rashid hevur svarið upp á spurningarnar omanfyri. Hann er lækni og hevur granskað í skíggjanýtslu, og í fjør gav hann út bókina “Skærmsund”. Við bókini hevur hann sett sær fyri at hjálpa foreldrum at fáa familjulívið í javnvág aftur.
Fyrilesturin tekur støði í bókini, sum snýr seg um, hvussu familjur fáa eitt sunnari og meira tilvitað tilknýti til skíggjar. Bókin er ein vegleiðing við ítøkiligum amboðum til bæði børn og vaksin.
Fyrilesturin er viðkomandi fyri øll – og kanska serliga til foreldur, sum føla seg hava mist tamarhald á støðuni, og sum sakna kvalitetstíðina saman.
Fyri Imran snýr hetta seg ikki um at rita út av øllum sosialum miðlum ella at tveita allar skíggjarnar vekk. Hetta snýr seg um at vera meira tilvitandi um, tað ið vit gera.
Fyrilesturin er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Tó er avmarkað pláss.
