Tríggir dagar við hugtakandi tiltøkum, ið fara fram í Tórsgøtu kring mentanarhølini Reinsaríið, Perluna og Ostakjallaran. Eftirleikurin fer fram sunnudag við tónleiki, hugna og at taka sær av løttum í svimjihylinum í Gundadali.
Tú kemur at uppliva eitt úrval av, hvat føroysk tónlist og list hevur at bjóða, burtursæð frá kommersiella pallinum. Her verða fleiri sløg av framførslum, eitt nú konsertir, innstallatiónir, framførslulist, upplestur og filmssýning.
Rólant Waag Dam um Skrapt í Frí Mentan, Frihedsbrevet.fo 16. august 2024:
»… hesum tónlistarliga frírúminum og alternativu tankagongdini um tónleik, sum Skrapt umboðar, er tað brúk fyri í Føroyum – og í Havnini ikki minst, sum er um at drukna í poppveitslum, har tað snýr seg um at syngja við og klappa í takt«.