Vit viðgera endurminningar sum tekstaslag, og spyrja, hvat eru minnir, og hvussu er við trúvirðinum? Hvør er móttakari, og hvussu savnar og skipar tú tilfarið? Eisini fært tú amboð at menna egið skrivingarlag, og hugskot til málsligar snildir. Vit hoyra kend dømi um endurminningar, og tey, sum hava hug, kunnu lesa upp og fáa/geva afturboðan.
Øll eru vælkomin – eisini tú, sum ikki dugir so væl at stava, og tú, sum ikki hevur skrivað nakað fyrr. Málið verður føroyskt. Hav skriviamboð við, antin blýant/skrivibók ella teldu.
Stundir verða eisini til sosiala samveru, søgu- og sangløtur.
Skrá
Fríggjadagin 4.apríl kl. 16.30 til 21.30
Leygardagin 5. apríl kl. 10.00 til 17.00 og hugnakvøld
Sunnudagin 6. apríl kl. 10.00 til 16.00
Skeiðið er við gisting og vistarhaldi á háskúlanum
Undirvísari
Rigmor Restorff Dam, lærari og søgufrøðingur, fyrrverandi tíðindakvinna, samskiftistráðgevi og ting- og landsstýriskvinna