Skrivstovudagurin 2026
Á skránni:
- Kristian Eli Andersen | Vel tankar, sum styrkja heldur enn tyngja
- Tóri Slættalíð | Copilot – nýggi starvsfelagin, sum altíð er tøkur
- Jóhanna Andreasen | Kenn typurnar tú arbeiðir saman við og styrk samskiftið
- Ri-Ai | EMPLOYEE 2.0™, AI-drivin arbeiðsgleði
Skrivstovudagurin 2026 er fyri teg, sum:
- Hevur tørv á einum degi fullum av fakligum íblástri og nýggjari orku
- Ynskir at brúka minni orku uppá at stúra og hava fokus á tað, sum tú fært gjørt nakað við
- Ynskir at duga at samskifta við allar typur, so samskiftið ikki er lætt við summi og óneyðuga trupult við onnur
- Ynskir at læra, hvussu Copilot kann gera arbeiðsdagin hjá tær lættari
- Hevur hug til ein kveikjandi dag, har tú verður forkelað/ur við góðum kaffi, leskiligum ábitum, onkrum søtum og góðum felagsskapi
Vælkomin til Skrivstovudagin 2026!