Leygardagin 13. september fært tú kjansin, tá vit enn einaferð bjóða tær til Slaktið – eitt fevnandi familjutiltak, har kokkar gera fantastiskan mat, sum øll sleppa at smakka – heilt ókeypis.
Samstundis fara vit at vísa, hvussu kjøtið fer frá djóri til borð. Tað merkir eisini, at djór verða flett á staðnum – við tí endamáli, at børnini síggja og læra, at maturin ikki veksur í kølidiskinum hjá Bónus. Nei tú, her sleppa børnini at uppliva, hvussu kjøtið fer frá djóri til tallerk. Og tey uppliva eisini, hvussu ymiskt kjøtið kann forkela smaksleykirnar, áðrenn tað endar í maganum.
“Vit vilja geva bæði børnum og vaksnum eina uppliving, sum tey taka við sær víðari – eitt sindur av vitan, eitt sindur av takksemi og eina góða smaksuppliving. Tað kann jú vera, at hetta verður byrjanin til okkara komandi Michelinkokkar,” siga fyriskipararnir.
Hetta er ikki eitt vanligt tiltak – hetta er ein uppliving, sum bæði børn og vaksin fara at minnast.