Loading Events
Nær
12. november 2025 kl. 20 - 22
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

Small things like these (Tim Mielants Írland 2024 98 min)

Oscarvinnarin, Cillian Murphy, ið vit sóu í stórbæra filminum ”Oppenheimer”, er framúr høvuðsleikarin í hesi hjartanemandi og sterku søguni um næstrakærleika, dirvi og ábyrgd, ið byggir á samnevndu metsølubókina hjá Claire Keegan, sum eisini skrivaði ”The Quiet Girl”.

Vit eru í Írlandi í fýrsunum. Cillian Murphy er pápin, Bill Furlong, sum meðan hann selur kol, at breyðføða familjuna, rakar við skakandi loynidómar, sum kirkjan vil gera alt fyri at dylja. Bill sær, at ungar ógiftar gentur, sum eru vorðnar við barn, verða hildnar fjaldar og innilæstar móti teirra vilja.

Fortíðin rennur upp fyri Bill, og við fimm døtrum at forsyrgja, fløkir hann seg inn í eina krevjandi morlalska tvístøðu. Loynidómarnir í lítla býnum, har katólska kirkjan hevur alt ræðið, lata hann ikki støðast við eina stiltigandi játtan um at alt er í lagi. Han verður noyddur at gera upp við egna fortíð.

”Small things like these” viðger ein døkkan kapitil í írsku katólsku kirkjuni, og minnir okkum á, at gamlar syndir aldri eru langt burturi. Filmurin varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Berlin, har Emily Watson, vit kenna frá meistaraverkinum hjá Lars von Trier, ”Breaking the Waves”, vann virðislønina fyri besta hjá leiklut.