Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
10. mai 2025 kl. 11 - 16:30
Hvar
Trappan í Vágsbotni
Prísur
DKK 150

Smáskótadagur

Allir skótar í Føroyum í 4. flokki og yngri eru bjóðaði til smáskótadag.
Dagurin byrar á Trappuni í Vágsbotni har Elsa Berg, borgarstjóri setir dagin.

Síðani sleppa skótarnir at royna seg á stuttligari postarenning runt í býnum. Vit enda aftur saman á Trappuni í Vágsbotni kl 15.30.

Evnið í ár er “Eitt skótaævintýr”, so tit fara at royna ymiskt stuttligt og ævintýrakent á postunum.

Tilmelding krevst fyri luttøku, og allir skótar mugu luttaka við einum leiðara per 10 skótar.

Spyr í egnum skótabólki, um liðið ætlar at luttaka, áðrenn tilmelding.

Les meira inni á tilmeldingarleinkjuni.

Við í prísinum er eisini ein løtt máltíð.