

Vit síggja alsamt fleiri e-sigarettir og snús ímillum okkara ungu. Eisini í ítróttaumhvørvunum. Litríkir pakkar og spennandi smakkir, sum minna meira um bomm enn um vanabindandi rúsevni. Vit vita, at mongdirnar, ið vit innflyta av nikotini, eru vaksandi, men spurningurin er, um vit vita, hvussu vandamikið nikotin í veruleikanum er fyri ein ungan heila. Vit hava ein grundaðan mistanka um, at hvørki vaksin ella ung hava nøktandi vitan um avleiðingarnar av at gerast krøktur av nikotini á ungum árum.
Skrá: