Loading Events
Nær
02. mai 2026 kl. 11 - 16
Hvar
Vágsbotn

Staðbundin matmarknaður í Vágsbotni

Eftir kærkomna vetrarhvíld verða vit aftur at hitta á Fiskatorginum í Vágsbotni leygardagin, 2. mai, kl 11.00 – 16.00. Høvið verður at keypa alt gott eftir árstíð frá føroysku matframleiðarunum.

Tiltøkini, Ein dagur á grynnuni og Plantið eitt træ, verða somuleiðis hildin henda dag, so tað eru nógvar og góðar grundir at spáka sær oman í miðbýin at fagna og njóta staðbundna tilfeingið