Loading Events
Nær
15. november 2025 kl. 20 - 20:01
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
DKK 190

Stanley Samuelsen – Ein livandi legenda á palli

Hugnaliga hølið í Auluni í Finsen er perfekt til endamálið.

Hóast Stanley nú livir við Alzheimers, heldur hann fram at spæla og syngja við somu lívsgleði sum altíð. Ella sum Stanley sjálvur sigur: “Eg haldi á so leingi eg kann – og so leingi, nakar vil lurta.” Og at lurta eftir Stanley fær mann ongantíð nokk av.

Stanley er ein av svervektarunum innan føroyskan tónleik. Hann er føddur í Fuglafirði, men hevur verið búsitandi í Danmark seinastu 55 árini.

Í oktober útgav hann nýggja LP, fløgu og bókina “Stanley”, skrivað av Hilmari Jan Hansen – eina rørandi frásøgn um tónleikin, lívið og minnini, sum hava myndað hann.

Ein konsert við Stanley er meira enn tónleikur. Hon er ein ferð ígjøgnum lívið, við hjarta, nærleika og sangi, sum fær fólk at koma hvørjum øðrum við.