Við sínum hjartanemandi og talandi sangum, so sum »Tað kundi verið eg« og »Av øllum tí góða, sum Gud hevur gjørt«, fer Steintór at leiða okkum gjøgnum lívssøgur, gleði og brot úr gerandisdegnum – alt pakkað inn í fangandi løg og sterkum tekstum.
Rakul Ró fer við síni rødd at leggja sín egna dám á kvøldið, meðan Heini Dahl gevur tónleikinum lív.
Konsertin er stuðlað av Ocean Rainforest og Økistónar.
Eftir konsertina verður ein kaffimunnur at fáa.