Loading Events
Nær
25. oktober 2025 kl. 18 - 18:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Støkk-inn dansiverkstovur

Høli: Klingran, Skálin

Tú kanst gleða teg til at royna Samba, Indiskan dans, Bachata og Modern Jive, tá Fjølmentanarvikan 25 saman við Norðurlandahúsinum bjóðar fýra ymiskar dansiverkstovur sama dag. Tú nýtist ikki at kenna stevini áðrenn og tú nýtist heldur ikki at hava ein dansimaka. Kom sum tú ert og dansa saman við okkum! Verkstovurnar eru 30 min. í part og tú hevur høvið til at royna allar uttan tilmeldning.

Eisini fara vit at síggja indiskan dans og thai dans á palli, tá vit runda dagin av.

Skrá
10.00: Lær at dansa Samba við Katlyn Soaeres
11.00: Lær at dansa Indiskan dans í Klingruni við Bipashu Das
12.00: Lær at dansa bachata við Sharon Sivertsen
13.00: Lær at dansa Samba við Katlyn Soaeres
14.00: Lær at dansa Indiskan dans í Klingruni við Bipashu Das
14.00: Lær at dansa Modern Jive við Súsannu Skylv
15.00: Lær at dansa bachata við Sharon Sivertsen
16.00: Lær at dansa Modern Jive við Súsannu Skylv
16.30: Vit samlast og síggja tvær dansiframførslur. Bipahsa fer at framføra Indiskan dans og Pikun Saengno fer at framføra Thai kníva dans (Skálin).

Tiltakið er liðugt kl 17.00. 

Kathak er ein av átta stórum indiskum klassiskum dansum. Upprunaliga frá norður India, so er Kathakars kendir sum søguforteljarar, sum gjøgnum dansin greiða frá sagnum sum Mahabharata og Ramayana við at brúka hendir, rytmisk fótarbeiði og elegantar rørslur. Seinni varð dansurin eisini dansaður í templum og ávirkaður av Persiskari og Mughal mentan.

Bachata er ein suðuramerikanskur pardansur, sum hevur røtur í salsa. Tempoið er tó lægri enn salsa, og nógvur dentur er lagdur á at raka rætta styling, samband og ljóman (en: musicality). Á verkstovuni sleppur tú at venja byrjunartrinini við ella uttan dansipartnara, áðrenn tú verður boðin at royna onkrar av teimum meira framkomnu teknikkunum.

Samba er en livlig og rytmisk dans med opprinnelse i Brasil, ofte danset til energisk musikk med tydelig rytme. Den kjennetegnes av raske bevegelser og en karakteristisk “bounce”-teknikk i beina. Samba kan danses både solo og som pardans.

Modern jive er en sosial pardans som kombinerer elementer fra swing, rock’n’roll og salsa. Den danses til et bredt spekter av musikkstiler og kjennetegnes av enkle trinn, flytende bevegelser og fokus på partnerforbindelse. Modern jive er lett å lære og populær i dansesamfunn over hele verden.