Loading Events
Nær
10. januar 2026 kl. 21 - 21:01
Hvar
Perlan
Prísur
DKK 110

Stuðulskonsert við Myrkheim, Tunghoyrt og Son of Fortune

Áðrenn leiðin gongur til Danmarkar at spæla konsert 17. januar, skulu Myrkheim trykkprøva pallin í Perluni. Hetta verður tann 10. januar og tú ert boðin við, tá maskinan verður tendrað. Hetta er thrash og heavy metal, skjótt, tungt og ófiltrerað, beint úr Margarinfabrikkini og beint í bringuna.
Kvøldið fær eisini ungu og villu orkuna frá Tunghoyrt – 90’ara inspireraður rokk/metal tónleikur við melodi, øði og “in your face” framførslum. Og Son of Fortune, sum dregur støvuttan outlaw country og rock’n’roll tónleik úr Nashville inn á føroyska pallin.

Tríggir bólkar. Eitt endamál. At geva tær eitt ógloymandi kvøld.

Kom og stuðla Myrkheim, tí hetta er tónleikur, sum vil nakað.