Summarkonsert við Føroya Symfoniorkestri í Hátúni
Løtt, men krevjandi skrá
Á skránni er tónleikur eftir Caroline Shaw, Mozart, Tchaikovsky, Elgar, Gershwin og Piazzolla.
”Vit hava lagt okkum eftir at gera eina lætta konsert við styttri, men góðum og krevjandi, verkum”, sigur nýggi dirigenturin Catherine Larsen-Maguire.
Í avbera vakra verkinum Andante cantabile for cello and strings eftir Tchaikovsky, verður høvi at uppliva Kristinu á Váli sum solist.
Konsertferð í 2028
Menningin av Føroya Symfoniorkestri gongur við rúkandi ferð. Í 2024 spældi orkestrið fyri fullsettari høll í konserthúsinum hjá Danmarks Radio, og nú fyrireikar orkestrið stóra konsertferð til Týsklands og Danmarkar í 2028. Málið við slíkari konsertferð er at bera fram føroyskan tónleik og at geva tónleikarunum møgleikan at spæla í bestu konserthallum í heiminum.
Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire
Solistur: Kristina á Váli
Longd: 65 min.
Konsertir verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 27. juni og í Hátúni sunnudagin 28. juni.