Summartónar 2026: Heðin Z. Davidsen (FO) & Christian Rønn (DK)
Samstarvið millum Heðin Ziska Davidsen og Christian Rønn byggir á monumentalt ljóð í stórum rúmi; stórar dronur og yvirnáttúrligir tónar við skýggjum av melodium, sum transcendentalt umfevna áhoyrarin; minimalistisk, ritualistisk og melodisk tema í eini maksimalistiskari framferð við meditativum gongdum.
Teir báðir hava spælt í Danmark í 2025 á Fanø Free Folk Festival, Spir Festival og Mayhem í Keypmannahavn.
Í 2026 vera framførslur á Copenhagen Jazz Festival og á Summartónum í Føroyum, umframt ein studioinnspæling í Keypmannahavn.