Summartónar 2026: Kristian Blak (FO) & Anders Hjuler (DK)
Kristian Blak (FO)
Kristian Blak er virkin innan fleiri tónleikasløg og í fleiri tónleikafeløgum. Hann skrivar tónleik til klassiskar tónleikarar og altjóða bólkar, og hann ferðast kring heimin sum tónleikari við sínum egnu jazz-, fólka- og heimstónleikabólkum.
Á hesi konsertini fer Kristian at spæla tónleik úr Ravnating og Heygar og Dreygar afturvið livandi málningalist frá Anders Hjuler.
Anders Hjuler (DK)
Síðani 2004 hevur danski listamaðurin Anders Hjuler luttikið á konsertum og tiltøkum á Summartónum – serliga við málningalist samstundis sum tónleikur verður spælt.
Innspæling hjá Yggdrasil av tónleik til verk eftir Anders Hjuler “Duologues” kom út í 2009. Hetta kvøldið framførir hann livandi málningalist afturvið tónleikinum hjá Kristian Blak.