Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
03. mai 2025 kl. 20 - 21:30
Hvar
Fljóð stovukonsertir og kvøldsetur
Prísur
DKK 220

SWAY stovukonsert í hjartanum í Havnini

SWAY er ein jazz trio, kvinnað av Marionnu Winther Nagata, Katrinu Olsen og Daniu O. Tausen. Tær tríggjar syngja livandi og sera undirhaldandi løg, a capella. Trio’in dregur serligan íblástur frá jazz trio’ini The Andrews Sisters, ið gjørdist kend í 1930. SWAY framførslur eru samansettar við gomlum tilfari, hjá eitt nú The Andrews Sisters og egnum tilfari, ið tær hava skrivað, innanfyri sama stíl.
Síðani tær byrjaðu, hava tær gjørt nógv um seg á ymsum føroyskum pallum. Tær hava arrangerað til – og sungið við – Føroya Symfoniorkestri og Tórshavnar Big Band, umarrangerað og framført eitt lag hjá Eivør saman við henni. Tær hava framført á skúlum kring alt landið við Listaleypinum og sungið fyri Drotning Margrethu. Í 2021 vunnu tær tónleikakappingina Stella Polaris og harafturat hava tær spælt eitt ótal av konsertum kring landið til privat og almenn tiltøk.
Tær verða lýstar sum eitt frískt lot innan føroyska tónleikamentan, við at taka fólk av bóli við sínari karismu og skemtiligu framførslum. Tónleikurin er undirhaldandi og huglagið smittandi, so tað er lætt at skilja, hví tær hava sjarmerað seg inn í tað føroyska hjartað.

Hoyr tær syngja nakrar sangir:
í Glimmur á Káta horninum her: https://www.youtube.com/watch?v=zM0L6VJoI3c

í Norðurlandahúsinum her: https://www.youtube.com/watch?v=ZZ3tjPjMdzk

Jólasangir frá Jólasoul plátuni: https://open.spotify.com/artist/6oV9dl1gNnfpqvOVkCAJbr

ØKISTÓNAR STUÐLAR
Stovukonsertin við SWAY er stuðlað av Økistónum