

Swing King Basie – Tórshavnar Big Band
Høli: Høllin
Longd: 60 min.
Á Tórshavnar jazz-, fólka- & blues festivalinum 2026 bjóðar Tórshavnar Big Band til eina ógloymandi konsert, har orkestrið framførir tónleik eftir jazzhetjuna Count Basie.
Hetta verður eitt serligt kvøld, sum tekur teg aftur til gulløldina við swing og stórbandstónleiki.
Undir leiðslu av íslendska saksofonistinum og dirigentinum Sigurði Flosasyni kanst tú njóta eina frálíka løtu við tónleiki, og samstundis fáa innlit í týdningin, sum Count Basie hevði fyri jazztónleikin.
Gestasangarin James Olsen leggur rødd til útvald løg og gevur okkum eitt kvøld við kendum big band løgum so sum Fly Me to the Moon, Good Morning Blues, Every Day I Have the Blues.
GG! Jazzpass gevur atgongd til allar konsertir á festivalinum og kann keypast her