Loading Events
Nær
13. oktober 2025 kl. 20 - 20:01
Hvar
Vesturkirkjan
Prísur
Ókeypis atgongd

Syngedrengene fra Assens

Kórleiðari er Rasmus Tofte-Hansen. Kórið, sum hevur virkað síðani 1856, telist millum tey elstu í Danmark og virkar í dag sum ein sangskúli, har dreingirnir heilt frá 2. og 3. flokki og til lokna skúlagongd í miðnámsskúla fáa holla venjing og undirvísing í solosangi, tónleikaástøði og klaverspæli. Kórið og kórskúlin geva soleiðis eitt týðandi tónleikaligt og mentanarligt íkast í nærumhvørvinum.
Á skránni er klassiskur kirkjutónleikur á skránni, norðurlendskar sangir frá romantiska tíðarskeiðnum eisini nakrar perlur út danska sangskattinum.
Umframt konsertina mánakvøldið framførir kórið í Kollafjarðar kirkju til gudstænastuna sunnudagin 12. oktober og hevur konsert saman við Gøtu kirkju Ungdómskóri í Gøtu kirkju týskvøldið 14. oktober kl 19.