Loading Events
Nær
21. mai 2027 kl. 14 - 18
Hvar
Hilton Garden Inn
Prísur
Ókeypis atgongd

Tað góða lívið – Ráðstevna um neurologi, immunverju og eitt gott lív við skerdum førleika

Serfrøðingar, fakfólk og fólk við egnum royndum savnast um eitt evni, sum viðkemur nógvum føroyingum:
Hvussu kunnu vit liva eitt gott lív við skerdum førleika, kroniskari sjúku ella øðrum heilsuligum avbjóðingum?

Heitið á heilsuráðstevnuni er:

Tað góða lívið.
Immunerjan: Vinur ella fíggindi.

Ráðstevnan sameinir nýggjastu vitanina um neurologi og immunverju við einum praktiskum og menniskjaligum sjónarhorni. Endamálið er at byggja brýr millum gransking, heilsuverkið og gerandisdagin hjá teimum, sum liva við hesum avbjóðingum, og teirra avvarðandi.
Vit vilja vísa á, at eitt gott lív er møguligt, eisini tá heilsan ella kroppurin setur avmarkingar. Tað krevur vitan, samstarv og, ikki minst, at vit lurta eftir teimum, sum hava royndirnar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í felagnum Koyristólar Skerdur Førleiki.
Ráðstevnan er ætlað øllum, sum á ein ella annan hátt hava áhuga í evninum, so sum fólki við skerdum førleika ella kroniskari sjúku, avvarðandi, heilsustarvsfólki, sosialstarvsfólki og øðrum áhugaðum.
Til ber at melda seg til á heimasíðuni www.forleiki.fo ella á Facebook síðuni hjá felagnum Koyristólur Skerdur Førleiki.