Loading Events
Nær
15. apríl 2026 kl. 18 - 19:30
Hvar
Filmshúsið
Prísur
Ókeypis atgongd

Tann góða filmsumsóknin

Føroyskur filmur hevur gjørt stór framstig seinastu árini. Ein stór menning er farin fram, fleiri nýggjar filmsframleiðslur verða vístar á stórum festivalum og alsamt fleiri føroysk filmsverk fáa altjóða viðurkenning.
Eisini eru týdningarmikil stig tikin fyri at styrkja filmslistina og tryggja, at føroyskur filmur fær enn betri karmar at virka undir og vaksa í.
Filmsstuðulin er fluttur til Mentanargrunn Landsins at umsita fyri at tryggja armslongd í viðgerðini av filmsstuðlinum, og í ár er játtanin til filmsstuðul hækkað úr 4,6 mió. kr. upp í 6,6 mió. kr., ið vísir eina greiða politiska raðfesting av føroyskum filmi.
Vilt tú vita meira um stuðul til film og fáa holla ráðgeving, hvussu tú gert eina góða filmsumsókn, so set kross í kalendaran mikudagin 15. apríl. 

Skrá:
• Vælkomin og kunning um stuðul til film v/ Hedvig Westerlund-Kapnas, forfólk í Mentanargrunninum
• Faknevndin fyri film v/ Marjun Niclasen, faknevndarlimur
• Tann góða filmsumsóknin v/ Pætur M. Dahl, faknevndarlimur & Birna Jacobsen, starvsfólk
Tiltakið er ókeypis, og vit bjóða okkurt sunt og gott frá “Tann Grøna Matveitingin”.
Fyriskipari er Mentanargrunnur Landsins
Øll eru hjartaliga vælkomin