Taxi Driver (Martin Scorsese USA 1976 114 min)
Í hesi søguni hjá Paul Schrader (f.1946), ið ofta skrivar um innibyrgdar menn, koyrir Travis út í hvønn krók, eisini har eingin vil fara.
Við átrúnarligum undirtónum vellir fram ein vilji at reisa seg úr óhumskuni, og einsamallur at rudda náttarbýin, so hann tolir dagsins ljós, og aftur kann gerast eitt tempul.
At seta eksistentiellu stórbýarsøguna í rættan karm millum dreym og veruleika, hoyra vit nervøsa jazzin hjá Bernard Herrmann (1911-1975) upp móti neonskeltunum og undirjarðisku guvuni, har guli hýruvognurin koyrir, svartblettutur í skugganum, sum eitt villdýr, ið á nátt er komið upp úr frumskógini, og í stórbýnum er vorðið eitt við føraran.
Formaðurin í Filmsfelagnum, Birgir Kruse, fer at innleiða.
