Teenage Sex and Death at Camp Miasma Jane Schoenbrun Kanada 106 min)
Við ikoniskari styrki skal nýggi filmurin verða framhald av eini gamlari slasher røð við Gillian Anderson, so vit av nýggjum fáa ein film, a remake, hóast alt endar í einum marrudreymi, a nightmare.
Hetta er karmurin, premissurin, um ummælararósta filmin hjá 39 ára gomlu Jane Schoenbrun, ið er av jødiskari ætt, uppvaksin í New York, útbúgvin í Boston, lýsir seg sum transfeminine og non-binary persón, og við stórum fagnaði fekk Queer Palm virðislønina í Cannes í ár fyri “Teenage Sex and Death at Camp Miasma”.
Okkara yndisummælari, Peter Bradshaw, ið skrivar fyri The Guardian, gevur sjáldsama kanadiska horror filminum fult stigatal. Eins fegin er ummælarin hjá kritiska danska tíðarritinum, Ekko, Niels Jakob Kyhl Jørgensen, sum sigur “Den er skabt til at blive kultdyrket, og lur mig, om den ikke ender med at blive en klassiker…En feberdrøm af en film, der favner kultkulturens queer-fællesskaber og tematiserer instruktørens egne erfaringer som transperson.”
Tá tað stendur ungu og framsóknu Kris í boði, at endurskapa klassisku horrorrøðina um Camp Miasma, tekur hon av. At sannføra framleiðarar um álvarsemi í ætlanini, vitjar hon upprunaligu stjørnuna, Billy Presley (Gillian Anderson), og sær til, at hon framhaldandi er við í endurgjørdu søguni.
Samstarvið millum kvinnurnar, unga leikstjóran og lívsklóka sjónleikaran, verður støðið undir søguni, sum við hugbindandi fasinatión, tankum um listaligt eftirlit og hvussu vit síggja kultfilm við nútíðareygum, brettir seg út á stóra og fiktiva nútíðarløriftinum.
Meðan filmsgerðin er í gongd, kámast mørkini millum endurgerð, minnisløtur og veruleika.
Meta-ræðufilmurin, ið ætlaði at endurskapa slasher-umhvørvið, verður nú í størri mun ein órógvandi og ørkymlandi søga um girnd, samleika og sálarfrøðiliga upploysn.
Jane Schoenbrun hevur fyrr gjørt “I Saw the TV Glow” (2024).
