Loading Events
Nær
24. apríl 2026 kl. 18 - 23
Hvar
Føroya Fólkaháskúli
Prísur
DKK 800 – 1800

Tekning og akvarel við Barbaru Hilduberg

Á skeiðnum “læra vit okkum at síggja” – vit tekna eftir ymiskum lutum, og fáa frálæru í perspektivi, ljósi, skugga og kompositión. Eisini læra vit – við vatni og varligum penslastrokum, at geva tekningum lív og sereyðkennir við akvarel. Flótandi akvarelmálingin tekur tíð at læra; hon “hevur sítt egna lív”, og er tað júst hetta, ið ger hana so øðrvísi og áhugaverda at arbeiða við.
Á skeiðnum verður dentur lagdur á góða felagsskapin; vit hugna okkum saman, og stuðla hvørjum øðrum í allari tilgongdini. 
Øll hava møguleika fyri at luttaka á skeiðnum – roynd sum óroynd.