Loading Events
Nær
14. mars 2026 kl. 19 - 19:01
Hvar
Havnar Klubbi
Prísur
DKK 150

Tey av Kamarinum til heiðurs – kom og syng við!

Tónleikinum standa Eyðun Mohr Hansen og Jan Grønalíð fyri saman við forsangarum.

Ester Lamain Kristiansen gestasangari framførir eisini løg hjá Teimum av Kamarinum.

Gesta sangarar hopa vit koma á gátt at framføra løg hjá Teimum av Kamarinum.

Set tíð av hetta kvøldið, tak onkran við og uppliv kendu løgini hjá Teimum av Kamarinum – Til livandi tónleik syngja vit kendu og elskaðu løgini, sum »Tá kvøldið kemur«, »Mær leingist«, »Tann vinurin kæri« og fleiri aðrar.

Um onkur hevur hug at framføra ein sang hjá Teimum á Kamarinum hetta kvøldið so er hetta møguligt! Setið tykkum í samband við okkum, áðrenn tiltakið byrjar, á info@hugmynd.info ella ring til Drós á 227055.

Atgongumerki: 

Vaksin 200kr (við dyrnar 250kr)

Pensjonistar og lesandi 150kr (við dyrnar 200kr)

Tað er møguligt at fáa elevator upp til klubban, inngongd frá klubbagarðinum.

Sanghefti finna tit á hesu heimasíðu: www.hugmynd.info

Hugmynd er ein mentanarframleiðslufyritøka í Havn, har filmur, tónleikur og frásøgnir taka skap. Við heimildarfilmi, stuttfilmi og øðrum skapandi verkum verður arbeitt við mentanarligum upplivingum ið røra bæði vaksin og børn.