Høli: Norðurstova
Longd: 1 tíma
Hvussu kann ein mentan, ið einaferð var bannað, yvirliva? The Forbidden Songs, 1. partur er ein listarligur heimildarfilmur um ríka grønlendska trummudansin og trummusangin – um siðvenjuna, sum í fleiri hundrað ár hevur verið karmur um sosialan, spirituellan og listarligan felagsskap.
Við persónligum samrøðum, fólkalívsfrøðiligum kanningum og gomlum skjølum fylgir filmurin søguligu menningini av hesi siðvenju: frá djúpu rótunum, siðvenjan hevði í inuitsamfelagnum, áðrenn Grønland kom undir hjálandaveldi, til tíðina sum hjáland, ið varð merkt av kúgan og banni, til nú, ið siðvenjan verður endurreist.
Í dag hevur trummudansurin framvegis ein avgerandi leiklut í samleikanum hjá inuitsamfelagnum — ikki bara sum mentanararvur, men sum livandi boð um mótstøðumegi, at hoyra til og listarliga endurnýggjan.
Filmurin varpar ljós á eina hótta mentan, og vísir á týdningin av at varðveita mentanarligar samleikar.
The Forbidden Songs er ein sansalig uppliving, ið knýtir saman heimildarsøgu og tað listarliga, og bjóðar áskoðarunum inn í ein heim, har søga, kroppur og ljóð verða flættað saman til eina nýggja søgu.
Eftir sýningina verður Varna Marianne Nielsen, dansari og filmsframleiðari, við í samrøðu um týdningin av hesari siðvenjuni fyri Grønland í dag.
Varna Marianne Nielsen er grønlendsk og er tónleikaframleiðari, filmsframleiðari og fæst bæði við siðbundna trummudansin og trummusangin. Hon fæst somuleiðis við at varðveita, miðla og kveikja nýtt lív í henda hótta arv, og hevur samstarvað við UNESCO fyri at tryggja sær, at hesin kom á listan hjá The Intangible Heritage of Humanity í 2021. Sum fjøllistafólk knýtir Varna sterk bond millum aldargamlar siðvenjur og tað modernaða, bæði í sínum filmum og tónleiki; hon byggir brýr millum søguliga vitan og siðvenjur til modernaða list, og umskapar søgurnar til eina størri fjøld. Hon er listaligur leiðari av Qilaat.org, ið er ein granskingarstovnur fyri siðbundna trummudansin og trummusangin.