Loading Events
Nær
10. oktober 2026 kl. 21 - 21:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 145 – 245

The Mukherjee Development (DK) og Lyon (FO)

Høli: Høllin
Longd: 100 min.

The Mukherjee Development
Í einum heimi, ið er merktur av syndring og ótryggleika, skrivar The Mukherjee Development sangir um tað, sum knýtir okkum saman. Oddamaðurin Oscar Mukherjee hevur danskar, amerikanskar og indiskar røtur, og løgini, sum nerta við samleika, vinalag og longsil, verða borin av einari rødd, sum er sár og sterk – alt í senn.

Tónleikurin flytur seg millum poetiskt folk, drívandi gittarrokk og stórar, filmiskar hæddir. Hugsa bara um ráu styrkina hjá Neil Young, rúmdina hjá The War on Drugs og intimu nærveruna hjá Phoebe Bridgers – men við einum serstakum, norðurlendskum dámi.

Við fleiri enn 200 konsertum og rós frá ummælarum, eitt nú í GAFFA, er The Mukherjee Development vorðin ein framúrskarandi bólkur á danska tónleikapallinum. Meginparturin av sangunum á seinastu plátuni Square Up on a Curve (2025) er skrivaður av bólkinum í felag. Hetta gevur tónleikinum eina sterka, samlaða orku, har ymisk tónlistalig úttrykk verða savnað í eitt felags ljóð.

Lurta eftir The Mukherjee Development

Lyon Hansen
Tónleikurin hjá gøtumanninum Lyon Hansen sveimar millum inniligan fólkatónleik, hart, elektriskt blues og væl svingandi country. Á seinastu plátuni Skull-sized Kingdom møtast tað spakføra og tað ráa í sangum um sorg og gleði, órógv og hvíld. Fleiri av sangunum, millum annað Summar NæturLeið 400 og Kom Heim Við Mær, eru longu sera væl umtóktir millum føroyskar áhoyrarar.

Lurta eftir Lyon Hansen