THORGERÐUR (IS) og DAGMAR
Við einum intuitivum sansi fyri flow og einum oyra fyri tí óvæntaða, bindur hon sjáldsamar perlur og dansigólvs skattir saman til eitt sett, sum kennast livandi, spælandi, djúpt og kensluligt.
At spreiða kærleika gjøgnum tónleik er kjarnin í hennara handverki, sum ger hana til eina magnetiska nærveru aftanfyri DJ-pultin og ein álítandi leiðara fyri tey, sum liva fyri dansin.
Fødd í Reykjavík og uppvaksin í lítla fiskivinnubýnum Dalvík, hava íslendsku røturnar hjá Thorgerdur djúpt ávirkað hennara ljóð.
Klassiskt útbúgvin klaverspælari, sum seinni gjørdist vinyl-entusiastur, sum flutti til Oslo og Amsterdam fyri at søkka seg djúpri niður í undergrounds senuna.
Hon er kend fyri djørv og óútroknilig vinyl-sett, sum viska mørkini burtur millum techno, electro og house. Stílurin er eklektiskur, men flótandi, og bjóðar áhoyrarum inn í hennara heim.
Í dag heldur hon fram við at lyfta spennandi talentum fram, samstundis sum hon skapar ein palli fyri felagskap, bæði gjøgnum útgávuvirksemi, tiltøkum og DJ kvøldum við íslendskum tónleiki.
https://soundcloud.com/thorgerdur-johanna
https://www.instagram.com/thorgerdurj_/
DAGMAR
Tá Dagmar er aftanfyri pultin, so veist tú, at tú ert í góðum hondum.
Hon spælir pumpandi tónar og pulserandi rytmur, sum fara beint inná bein!
Dagmar kann taka teg allar vegir, men hetta kvøldið, fer hon ikki at spilla tíðina. Vegurin gongur beint út á dansigólvið.