

Tín rødd telur! Fólkaræði og kravgonga (IS)
Høli: Skálin
Longd: Støkk-inn kl. 10-16
Hvat er týdningarmikið? Friður á jørðini? Ísur til morgunmat? Atkvøðurættur fyri børn? Kelidjór í skúlanum?
Í hesi verkstovuni verða børn boðin at úttrykkja, hvat er týdningarmikið fyri tey. Við einari stuttari innleiðslu í týdningin av at standa fast við tí, mann trýr uppá, hugsanina um rættvísi, virðið á persónligari framsøgn og demokratiska luttøku verða børnini eggjað til at grunda yvir, hvat hevur týdning fyri tey – og hvørja broyting, tey vilja síggja í heiminum. Bert hugflogið setur mørk.
Eftir hetta fáa luttakararnir hjálp við at finna upp á sterk slagorð ella visuell úttrykk, so at teirra boðskapur kann fara út í heim. Síðan fara tey at mála eitt skelti á papp og/ella gera eitt bringumerki við boðskapinum.
Verkstovan leggur dent á kreativitet, spæl, rættvísi og persónliga framsøgn.
Tiltakið endar við einari lítlari kravgongu, har børnini kunnu ganga runt, rópa slagorð og krevja júst tað, tey vilja hava.
Verkstovan gevur børnunum royndir við megini í fólkaræði. Tey taka støðu til, hvat er umráðandi fyri tey, tey læra at úttrykkja seg, og tey verða hoyrd – teirra rødd hevur týdning í einum felagsskapi.
Ariana Katrín Katrínardóttir og Maryam Holton leiða hesa verkstovuna. Tær hava havt líknandi verkstovur í Íslandi við góðum úrsliti, m.a. til mentanarnáttina í Reykjavík, Reykjavík Pride og til barnaskránna hjá listasavninum í Reykjavík.
Tín rødd telur! er partur av okkara barnafestivali Frítt Flog, sum í ár snýr seg um fólkaræði. Í eini tíð, har felagsskapur og samrøða eru meira umráðandi enn nakrantíð, gevur Frítt Flog børnum møguleika fyri at uppliva fólkaræði í praksis – gjøgnum list, spæl og virkna luttøku í felagsskapi. Festivalurin savnar norðurlendsk listafólk og bjóðar upp á nógv ymisk listalig úttrykk, sum fáa børn til at uppliva, granska og vera við.
