Tina Mellem
Síðani X-Factor, hevur hon skrivað nógvan tónleik fyri seg sjálva, og eisini saman við – og til – onnur listafólk m.a. Kwamie Liv og Thomas Buttenschøn. Tónleikurin hjá Tinu er serliga merktur av sjangrum sum singer-songwriter og róligum donskum popp-tónleiki. Tónleikurin snýr seg um hennara tankar um lívið, lívsins grundarlag og menniskjans stóra virði.
Við sínum tónleiki ynskir Tina at skapa okkurt jaligt í menniskjum. Tina hevur júst givið eitt nýtt staklag út 19. januar, sum eitur “Don’t give up” og fer at geva meira tónleik út í 2026.
Tina Mellem – sang, gittar, tangentar
Joenna Finnsdóttir – kór
Ólavur Elttør – el-guitar
Josh Cana – tangentar, bass
Vár Miðberg – trummur
Tiltakið er stuðlað av Økistónum