TONIK er ein heildaruppliving, ein heilur dagur frá morgni til myrkurs við fyrilestrum, tónleiki og listarligum upplivingum.
Tað vera tríggir pallar við kveikjandi og læruríkum fyrilestrum um eitt nú leiðslu, marknaðarføring, vitlíki, havtøkni, KT trygd, burðardygd, gaming, list og íløgur.
Á TONIK er gott høvið at dagføra teg og tínar starvsfelagar innan nýggjastu altjóða rákini og at netverka við vinnuna, íverksetarar, serfrøðingar, myndugleikar og íleggjarar í Føroyum og uttanlands.
Tað serliga við TONIK er samanrenningin millum skapandi vinnuna og tøkni í óhátíðarligum estetiskum umhvørvi, sum skapar framúrskarandi karmarnar fyri nýhugsan. Íleggjarar og nýskapandi fyritøkur sita klár til prát í hugnaligum uppihaldsstovum á øllum fimm hæddunum í SILO.
Møguleiki er eisini fyri at seta seg í uppihaldsstovur at kopla úr ella arbeiða og njóta tað sum tey luttakandi bjóða.
Vit dagføra javnan heimasíðuna www.tonik.fo.
Toymið aftanfyri TONIK er Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Hugskotið, Framtak, Íverksetarahúsið og Vinnuframi. Høvuðsstuðul er Elektron.