Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
01. juni 2025 kl. 14 - 14:01
Hvar
Vaglið
Prísur
Ókeypis atgongd

Tórshavn Marathon

Í samband við Tórshavn Maraton eru fleiri vegir stongdir millum klokkan 12.30 og 19.00. 

EYSTUROYARTUNNILIN og KOLLAFJARÐARTUNNILIN eru stongdir, meðan renningin fer fram í økinum. Bilaferðslan skal koyra eftir oyggjarvegnum, meðan tunlarnir eru stongdir.  
Sí viðfestu kort:
Eisini eru býarbussar og Ternan ávirkað – sí longri niðri í tekstinum.
YVIRLIT YVIR NÆR OG HVAR VEGIR ERU STONGDIR
Kl. 12.30-19.30 eru hesir vegir stongdir:
• Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
• Mylnugøta
• Tinghúsvegur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
• Bringnsagøta frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
• Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
• Áarvegur
• Kopargøta
• Havnargøta
• Yviri við Strond
• Hoyviksvegur frá Óðinshædd til Eystara Ringveg
• Eystari Ringvegur til Hvítanesvegin
• Hvítanesvegurin til rundkoyringina við Vegin Langa
Kl. 12.45 til 14.30 eru hesir vegir stongdir:
• Eystari Ringvegur frá Hvítanesvegnum til rundkoyringina á Hálsi
• R.C. Effersøes gøta og Bøkjarabrekka einvegis ferðsla
• Jónas Broncks gøta
• Bøkjarabrekka frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu
Kl. 13.00 til 18.00 eru hesir vegir stongdir:
• Landsvegurin frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin
Kl. 13.00 til 18.00 eru hesir vegir stongdir:
• Landsvegurin frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn
Kl. 13 til 18 eru hesir vegir stongdir:
• Eysturoyartunnilin stongdur
• Landsvegurin frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði stongdur
Kl. 13.00 til 17.00 eru hesir vegir stongdir:
• Kaldbaksvegurin frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks
Broytingar í Bussleiðini sunnudagin 1. juni í sambandi við maratonrenning – Nærri kunning fæst á torshavn.fo.
Broytingar hjá Ternuni sunnudagin 1. juni í sambandi við maratonrenning – Í hesum sambandi sleppa bilar ikki við Ternuni til Nólsoyar kl. 16.20.