Trio Ciocaia (IT)
Ciocaia var ein av teimum síðstu stóru emiliansku piva-spælarunum í Parma Apennine fjøllunum í Italia og varð uppkallaður eftir “skotunum”, ið fingrar hansara gjørdu við ljóðførinum.
Trio Ciocaia hevur tikið sær hetta navnið fyri at heiðra gomlu bóndasiðvenjuna og brúkar emiliansku piva’ina, sum hoyrir til stóru sekkjapípu familjuna, at endurskapa sambandið við hesa serstøku tónleikaligu mentanina.
Tónleikaúrvalið samantvinnar sangir og dansir úr fólkamentanini við brot úr klassiskum tónleiki úr 600 talinum – einari tíð, tá tað sigst, at sannur tónleikaarvur og -mentan varð styrkt.