Loading Events
Nær
29. mai 2026 kl. 09 - 09:01
Hvar
Við Tjarnir

UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference

Í døgunum 26.-29. mai verður Fróðskaparsetur Føroya vertur fyri stóru, altjóða ráðstevnuni UArctic Congress 2026, har fleiri enn 1000 luttakarar úr øllum heiminum koma til Føroya at deila vitan og kjakast um viðurskifti í og rundan um Arktis. Talan verður sostatt um higartil størstu ráðstevnu av sínum slag, sum nakrantíð hevur verið hildin í Føroyum.

Sum nakað serligt verður havráðstevnan hjá Arktiska Ráðnum, Ocean Connectivity Conference, partur av UArctic Congress 2026. Tað verða sostatt tvær ráðstevnur við einari samanflættaðari skrá. Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri havráðstevnuni í tøttum samstarvi við Arktiska Ráðið, Havstovuna, Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Ráðstevnan verður hildin í stórhøllini við Tjarnir, har einar 200 framløgur verða á skrá upp á tríggjar dagar. Framløgurnar fara at fevna um munnligar framløgur, postarar, pallborðsfundir, rundborðskjak og verkstovur – alt innan fyri tey fimm høvuðsevnini:

• Burðardygg vinnulig menning og altjóða samstarv

• Hav og havrannsóknir

• Veðurlagsbroytingar í Arktis

• Lívfrøðiligt margfeldi

• Upprunafólk og samfeløg í Norðri

Til ber at lesa meiri um UArctic Congress 2026 her. Ein fyribils skrá er tøk her.