Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
17. august 2025 kl. 16 - 16:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Um at skoða, um grønlandsmálarar og ferðandi listamálarar

Høli: Dansistovan
Longd: 120 min

Á summarframsýningini “Tú skoðar meg – sum eg skoði teg” sýna vit verk eftir listakvinnur, sum hava ferðast í Grønlandi og lýst gerandisløtur og menniskju, ið koma saman. Hvussu er so við listamonnunum? Hvussu mála teir Grønland? Hvussu lýsa teir Grønland?

Heitið grønlandsmálarar verður serliga nýtt um ein bólk av listafólkum, ið fóru til Grønlands frá miðskeiðis í 1800-talinum til miðskeiðis í 1900-talinum at mála og lýsa landið og fólkið har.

Laila Lund Altinbas, ið sjálv onnur hevur sett summarframsýningina upp, tosar við listasøgufrøðingin Onnu Mariu Dam Ziska, um hvussu grønlandsmálararnir sóu og málaðu: hvussu teirra áskoðan var ávirkað av, at Grønland var eitt hjáland, hvussu hetta hongur saman við framtøkuni av evropeisku tjóðarstatunum – og hvussu hesar áskoðanir framvegis mynda fatanina av Grønlandi í dag.

Aftaná samrøðuna hevur Laila Lund Altinbas rundvísing á framsýningini.