Umhvørvisvikan: Hvat er í Norðurlandahúsinum?
Støða: Fá pláss eftir
Høli: Alt húsið
Longd: 30 min
Hví fara fólk í Norðurlandahúsið? Hvussu kann man arbeiða við grøna orkuskiftinum? Eru hatta listaverk, sum standa uttanfyri? Er skøra at finna í grasinum?
Alt hetta kunnu tit lurta og nerta við, tá rundvísing verður fyri børn í Norðurlandahúsinum í sambandi við Umhvørvisvikuna. Vit byrja í Dansistovuni, og so fara vit í einum sperili ígjøgnum nøkur útvald støð í og uttanfyri Norðurlandahúsið, meðan ferðaleiðarin, sum, hóast eitt sindur bims, roynir at siga frá.
Túrurin er lættur og hendingaríkur og hóskar til børn umleið 3 – 8 ár. Verið í góðum klæðum og skóm, tí vit eru bæði úti og inni. Børn skulu luttaka saman við sínum vaksnu.
Rundvísingin er ókeypis, men luttøka er avmarkað, so tilmelding krevst.
Hetta er bert eitt av tiltøkunum til familjudagin. Trýst her, um tú vilt lesa alla skránna.