Umhvørvisvikan: Umvælingarverkstovan
Høli: Norðurstova
Longd: 3 tímar (støkk-inn)
Tak eitt fjarstýrt ella mekaniskt leika við í Norðurlandahúsið henda dagin, tí á hesi verkstovuni kanst tú fáa hjálp at umvæla tey heldur enn at koyra tey burtur. Vit kanna í felag, um tað riggar at umvæla leikað, so tú kanst spæla við tað longur. Tað er jú týdningarmikið, at vit fara væl við tí, vit eiga, so vit ikki bara ganga og keypa nýtt. Verkstovan er hóskandi til allar aldursbólkar.
Vit umvæla bert mekanisk ella elektronisk leiku – við øðrum orðum leiku, sum flyta seg, lýsa ella gera ljóð. Tíverri umvæla vit ikki bamsur, plastleiku ella tílíkt.
Hvør hevur verkstovuna?
Kári á Torkilsheyggi frá Elektronikkskúlanum og Oddmar Dam, elektronikk tøkningur
Hetta er bert eitt av tiltøkunum til familjudagin. Trýst her, um tú vilt lesa alla skránna.