Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
01. apríl 2025 kl. 09 - 09:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 2,00

Ung og sálarheilsa: Trivnaður og læring í barnagarði og skúla

Høli: Høllin
Longd: 09:00 – 14:15

Kom og ver við til ein dag fyltan við íblástri og nýggjari vitan um týdningin av sálarheilsu og trivnaði hjá børnum og ungum! Á temadegnum fara vit at viðgera, hvussu vit kunnu skapa góðar karmar fyri trivnað og læring heilt frá barnagarði til skúla.

Møt Svend Brinkmann, Rasmus Alenkær og Relationsformidlerne, ið við sínum royndum og vísdómi fara at varpa ljós á, hvussu vit sum fakfólk og uppalandi kunnu stuðla børnunum á vegnum til at mennast og trívast. Fá íblástur og ítøkilig amboð til dagliga arbeiðið – ein dagur, tú ikki vilt missa!

Málbólkur: Námsfrøðingar, lærarar, foreldur og øll starvsfólk, ið hava við børn og ung at gera.

Matur frá Kafé Systrar og kaffi/te er íroknað prísinum.