Upphav
“Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir bátar á havið, tvey seksmannafør og eitt fýramannafar við fýra monnum.…
Tá ið tað var blivið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, var eingin ivi um, at ein vanlukka var hend…”
Brot úr Hest søgu eftir Jóan Chr. Poulsen (1947)
UPPHAV er um gerandislívið, korini og fortreytirnar hjá familjunum í Hesti eins væl og í øllum Føroyum hetta tíðarskeiði. Leikurin er serstakur, tí hann er ikki bert søgan um menninar, sum druknaðu, men eisini um kvinnurnar og børnini, sum sótu eftir í einum samfelag uttan hvørki almennar ella privatar sociala trygging.
- Hugskot, stigtakan, sjónleikur og tekstur: Gunnvá Zachariasen
- Leikstjórn, tekstur og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard
- Kompositión og ljóð: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð
- Visuelt design: Silje Grimstad
- Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Leikhús Skift
Leikurin er 60 minuttir til longdar.
G.G.: Leið 61, Erla Kongsdóttir siglir úr Gomlu Rætt kl. 14.35 (siglitíð uml. 15 min.) og siglir úr Hesti aftur kl.17.20 EYKATÚRUR!!. Neyðugt er at bílleggja sær pláss á ssl.fo seinast 1,5 tíma undan fráferð, um tú ynskir at ferðast aftur og fram av Streymoynni í sambandi við leikin.
Møguligt er at keypa kaffi/te í bygdastovuni aftaná leiklok. Kirkjan er opin.
Meira kunning á : tvazz.fo
