Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
29. juli 2025 kl. 16 - 19
Hvar
Rithøvundafelag Føroya
Prísur
Ókeypis atgongd

Upplestrargonga

Kom við á árliga upplestrargongutúrin Licentia Poetica á ólavsøku! Vit byrja úti á Skinnaraskeri kl. 15 ólavsøkudag 29. juli, og enda í Hans Andriasar húsi kl. 17, har okkurt gott verður at fáa. Upplestur á hvørjum stað er í umleið 20 minuttir, og síðani ganga vit í umleið 10 minuttir til næsta stað.

Skrá fyri upplestrargongutúrin Licentia Poetica á ólavsøku 2025:

  1. Kl. 15.00 Skinnarasker: Svanna Jákupsdóttir og Oddfríður Marni Rasmussen lesa
  2. Kl. 15.30 Gamla bókasavnið (Erling Jals gøta): Bergur Rasmussen og Rakel Helmsdal lesa
  3. Kl. 16.00 Bojsensgarður (HNJ): Beinir Bergsson og Rói Patursson lesa
  4. Kl. 16.30 Tinghúsvegur 22: Jana Mortensen og Henrik Weihe Joensen lesa
  5. Kl. 17.00 Hans Andriasar hús: Carl Jóhan Jensen og Marjun Syderbø Kjelnæs lesa

Les meira um gongutúrin, upplestrarstøðini og rutuna á heimasíðuni hjá Rithøvundafelagnum www.rit.fo