Leygardagin 10. mai kl. 15:00 lata vit upp framsýning við listafólkunum Peter Callesen og Anne Riis Bovbjerg. Bæði eru tey úrmælingar innan teirra yrki, ið fevnir um verk úr pappíri. Tey flyta mørkini fyri hvussu pappíri sum tilfar kann nýtast, og umskapast til, hóast hetta reiðskapi eftirhondini hevur eina 5000 ára langa søgu.
Við at klippa í pappíri, skera tað, lyfta, stíla, lita, líma, boyggja tað aftur og fram og til høgru og vinstru, skapa tey relieffir, kollasjur og standmyndir, ið lyfta seg langt upp um tað gerandisliga pappíri vit proppa í prentaran, og ber samstundis einfaldleikan við sær.
Øll eru hjartaliga vælkomin!🍾