

Útgávukonsert: Stanley Samuelsen
Høli: Høllin
Longd: 90 min (íroknað steðg)
Í ein mansaldur hevur Stanley Samuelsen verið við til at mynda føroyska tónleikapallin. Nú er hann klárur við nýggjari útgávu – Sólskin – hvørs heiti hongur væl saman við sangunum á útgávuni, og ikki minni við lívið hjá Stanley. Tí hóast Stanley hevur fingið Alzheimers, fegnast hann um lívið, og hetta sæst aftur í tónleikinum.
Heitið á útgávuni Sólskin fær okkum eisini at hugsa um yrkingasavnið hjá Williami Heinesen við sama heiti.
Á útgávuni eru 12 sangir, sum flestallir eru føroyskir, tó eru nakrir fáir danskir. Í samstarvi við sera dugnaligar tónleikarar hevur Stanley sett sær fyri at birta nýtt lív í gamlar sangir. Stanley eigur flestu løgini sjálvur og orðini eiga m.a. Stanley, Martin Joensen (eigur eisini okkurt lag), Hans J. Kollslíð, William Heinesen, Hans A. Djurhuus og Janus Djurhuus.
Útgávan er bæði ein pláta og fløga í somu kápu, og verður hon til sølu til útgávukonsertina. Harumframt kann hon keypast sum netborin útgáva.
Eisini kemur ein spildurnýggj bók um Stanley út við sama høvi. Bókin verður løgd fram til konsertina og kann keypast á staðnum. Hilmar Jan Hansen hevur skrivað nýggju bókina og verður eisini til staðar.
Við til konsertina eru:
Stanley Samuelsen, sangur og gittari
Kim Hansen, tangentar og sangur
Jóhannus á Rógvu Joensen, bassur
Jósva Debes, trummur
Tóri Restorff Jacobsen, sello
Angelika Hansen, violin
Jón Festirstein, violin
Ljóð: Jónas Bloch Danielsen
Ljós: Súni Joensen
Stanley hevur tríggjar útgávukonsertir í Føroyum:
Í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, 17. oktober kl. 20.00
Í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin, 18. oktober kl. 20.00 og
Í SALT sunnudagin, 19. oktober kl. 15.00
Kostnaður: 295 kr
Ung 17 ár og yngri og lesandi: 145 kr. (avmarkað søla)
Mynd: Tórbjørn Olsen