Høli: Skálin
Longd: 90 min
Hvussu kunnu vit styrkja um matvøruveitingartrygd og tilbúgving í útnorðri, við støði í staðbundnum og lítið gagnnýttum rávørum? Hetta er evnið á ársins Útnorðurdegi. Eisini verða spennandi matupplivingar á skránni.
NORA skipaði í fjør fyri kokkakappingini Arctic Young Chef, har ungir kokkar kappaðust um at gera mat úr staðbundnum rávørum, sum t.d. innvølum og fiskasløgum, ið ikki verða so nógv brúkt. Burðardygd og matoyðsl vóru í miðdeplinum, og nú fara vit at byggja víðari á hesar royndirnar.
Vit fara at hoyra um ítøkiligar loysnir og væleydnaðar royndir.
Á skránni eru tríggjar framløgur:
• Jákup Sørensen, ráðgevi hjá NORA – Arctic Young Chef, stuttfluttar rávørur, vitan og matvøruveitingartrygd
• Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni – Matvøruveitingartrygd í Føroyum, lýst við dømum úr norðurlendskari frágreiðing um sjálvsveiting í smásamfeløgum
• Gutti Winther, kokkur og samskipari av tiltakinum “Úr Haga á Hill” – Matvøruveitingartrygd í verki: Royndir frá verkætlanini ”Úr Haga á Hill”, har staðbundnar og lítið gagnnýttar rávørur verða nýttar í vinnuligari framleiðslu.
Dagurin endar við eini matuppliving, har unga kokkatalentið Mogens Højsted (luttakari í Arctic Young Chef) saman við kokkunum Gutta Winther, Janus Einar B. Sørensen og Jaspur Svabo Jørgensen bjóða okkum spennandi brellbitar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tað eru Norðurlandahúsið, Norden i Fokus og NORA (Norrønt Atlantssamstarv) sum saman skipa fyri degnum.
Um Útnorðurdagin
Útnorðurdagurin verður hildin 23. septembur á hvørjum ári til tess at menna samstarvið og felagsskapin millum Føroyar, Grønland og Ísland. Dagurin verður hátíðarhildin í øllum trimum londunum um heystjavndøgur fyri at vísa á felags søguna og mentanina.