Loading Events
Nær
23. september 2026 kl. 17 - 17:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Útnorðurdagurin 2026: Gráa gullið

Høli: Skálin
Longd: 90 min.

Vit liva longur og longur. Hvussu kunnu vit sum samfelag skapa góðar karmar fyri tann alsamt vaksandi bólkin av eldri fólkum, soleiðis at teirra royndir, førleikar og áhugamál framvegis koma felagsskapinum til gagns?

Á Útnorðurdegnum seta vit sjóneykuna á Silver Economy ella Gráa gullið. Hugtakið fevnir um teir møguleikar, sum standast av, at vit liva longur og hava fleiri virkin ár sum eldri. Tað snýr seg eitt nú um arbeiðslív, íverksetan, sjálvboðið arbeiði, nýggjar loysnir og luttøku í lokalsamfelagnum.

Á tiltakinum luttekur ein umboðsmaður fyri Nordland fylkeskommune, sum er verkætlanarleiðari í NORA-verkætlanini Seniorer – NORAs guldreserver. Verkætlanin kannar, hvussu vitan, royndir og arbeiðsmegi hjá eldri kunnu koma betur til sín rætt til gagns fyri tann einstaka, vinnulívið og samfelagið sum heild.

Eftir framløguna og prát við Ásu Berglind Hjálmarsdóttir(IS), útnorðurráðslimur, verður pallborðsorðaskifti, har kjakast verður um møguleikar og avbjóðingar úr einum útnorðursjónarhorni:

• Hvussu skapa vit betri møguleikar fyri einum longri og smidligari arbeiðslívi?

• Hvussu kunnu fyritøkur og samfelagið fáa størri gagn av førleikunum hjá eldri?

• Hvørjar nýggjar loysnir og samstarvsleiðir kunnu mennast tvørtur um londini í útnorðri?

Tiltakið er partur av hátíðarhaldinum av Útnorðurdegnum og bjóðar til eitt kjak um, hvussu gráa gullið kann gerast eitt enn sterkari tilfeingi í okkara samfeløgum.

Vísusangarin Kári P. fer at framføra nakrar sangir.

Framløga: Eirik Fiva, verkætlanarleiðari

Prát við Ásu Berglind Hjálmarsdóttir, útnorðurráðslimur, Ísland. Viðmerkingar til evnið úr einum íslendskum sjónarhorni.

Pallborðslluttakarar:
Havnar Arbeiðarafelag, Heri Reynheim, formaður
Landsfelag Pensjónista, Beate L. Samuelsen, forkvinna
Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, formaður
Útnorðurráðið, Súsanna Bertholdsen, tingkvinna
Vinnuhúsið, Niels Winther, stjóri