Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
23. juli 2025 kl. 20 - 22
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis atgongd

»Vælkomin heim« – frumsýning í Føroyum

Nýggi heimildarfilmurin Vælkomin heim eftir Mariu Winther Olsen verður frumsýndur í Føroyum.

Um filmin:
Anna Sofía er akkurát flutt niður til Oyrasund, har Álvur longu býr. Saman skapa tey eitt heim á Oyrasundi. Teir gráu betongblokkarnir hava hýst túsindavís av føroyingum í fleiri ættarlið. Her byggja tey víðari á eitt heim, sum tey ikki eru vís í, um tey eru farin frá – ella um tað nakrantíð var teirra.
Vælkomin heim er ein frásøgn um vinarlag, slatur á gongini og dreymar; kanska í avmarkaða tíð? Um heim byrjar at kennast sum eitt stað, man ikki kann heilt kann vera – serliga um mann er ungur, kvir og eitt sindur ov nógv?
Fortíðin lúrir, framtíðin kallar, og mitt ímillum standa tey. Ivandi, langtandi og saman. Tey hava í øllum førum hvønn annan.

Eftir filmin fer Hermann Eliassen at hava eitt prát við Mariu Winther Olsen, leikstjóra, Onnu Sofíu Holm Skoradal og Álv av Kák.
Sýningin er ókeypis, og øll eru vælkomin.