Loading Events
Nær
01. mars 2026 kl. 15 - 15:45
Hvar
Tórshavnar Musikkskúli - Hátún
Prísur
Ókeypis atgongd

Vampýrella

“Vampýrella” er triðja verkætlanin hjá Aldubáruni í samstarvi við Edward Fuglø og tónaskaldið Páll Sólstein. Søgan lýsir gentuna Ellu, sum er í ferð við at broytast frá barni til tannáring. Við dreymakendum myndum og tónleiki verða børnini drigin inn í søguna og uppliva broytingarnar, sum henda í einum systkinaflokki og í egnum sinni.

Framførslan gevur teimum innlit í menniskjaliga menning – umframt eina livandi listarliga uppliving.